- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hákun: - Vit hava okkurt at prógva

Tað er steypið, sum kann lyfta Füchse Berlin upp á ovasta evropeiska tindin.
Í fjør tapti høvuðsstaðarfelagið í finaluni ímóti Magdeburg, men í ár fara Hákun West av Teigum og teir at gera alt fyri, at vinna Champions League-finaluna.
- Vit vóru so hepnir at sleppa at royna tað í fjør, tá tað tíverri ikki eydnaðist okkum, so eg haldi, at vit hava okkurt at prógva nú, segði Hákun West av Teigum við útvarpið hjá Kringvarpinum.
Í gjár eydnaðist tað Füchse Berlin at vinna 40-25 á júst Magdeburg í eini spennandi hálvfinalu, har Hákun West av Teigum skeyt fimm mál upp á fimm skotroyndir ímóti Sergey Hernandez.
Sum ikki einaferð var Mathias Gidsel Berlin-toppskjútti við níggju málum, meðan Tim Freihöfer á vinstra vongi skoraði átta ferðir (fimm brotskøst), og Lasse Andersson, sum næsta ár verður liðfelagið hjá Ísaki Vedelsbøl í HØJ, skoraði sjey mál.
Í dag verður tað Barcelona og danski landsliðsmálverjin Emil Nielsen, sum skulu royna at steðga Hákuni West av Teigum og hinum í grønum.
- Vit hava ikki ordiliga spælt ímóti Barcelona í nógv ár, so hetta verður kanska ein dystur, har liðini skulu lúra av, hvussu hitt liðið spælir, segði Hákun West av Teigum.
Manglar bert Champions League
Føroyingurin, sum loysti av fyri Hans Lindberg á høgra veingi hjá Füchse Berlin fyri tveimum árum, hevur longu vunnið bæði steypakapping og meistaraheitið eftir trimum árum í týska høvuðsstaðnum.
Hann manglar tí, eins og nógvir av liðfeløgunum - ikki minst Mathias Gidsel - bert Champions League-steypið. Eydnast at vinna í dag, er tað staðfestingin av, at Füchse Berlin endaliga hevur vunnið seg upp á evropeiska hondbóltstindin.
- Tað hevði verið ótrúliga stuttligt. Tú veitst jú ongantíð, hvussu nógvar kjansir tú fært at spæla Final Four-stevnur, tí tað er ringt at spæla seg í tær. So tað hevði merkt nógv, segði Hákun West av Teigum.
Hvussu ert tú so fyri til dystin í kvøld?
- Eg eri væl fyri og gleði meg ordiliga nógv.

























