Nú verður hann endurstovnaður

Nú verður hann endurstovnaður
Landsbanki Føroya, ið undanfarna løgting samtykti at taka av, áðrenn táverandi løgting fór í jólafrí í 2012, skal endurstovnast um eitt hálvt ár
Landsbanki Føroya verður endurstovnaður 1. mai 2016, segði løgmaður á tíðindafundi í Tinganesi í morgun, tá fíggjarlógaruppskotið fyri 2016 varð lagt fram
 
17.11.2015 - 10:30

1. apríl í 2013 fór hann í søguna - Landsbanki Føroya, sum undanfarna løgting á jólum 2012 samtykti skuldi fara í søguna.

Landsbankin verður kortini ikki søga meira, tí hann skal endurstovnast, segði Aksel V. Johannesen, løgmaður, á tíðindafundinum í Tinganesi í morgun.

Gongur tað, sum samgongan ætlar, verður Landsbankin endurstovnaður um eitt hálvt ár, 1. mai, upplýsti Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum.

Royndu at bjarga Landsbankanum

Hetta er kortini ikki fyrstu ferð, at ein roynd hevur verið gjørd at bjarga Landsbanka Føroya, sum fór í søguna 1. apríl í 2013.

13. februar í 2013 kom Tjóðveldi við uppskoti um at seta úr gildi løgtingslóg um at seta úr gildi løgtingslóg um Landsbanka Føroya. Tað broytti kortini einki, tí uppskotið varð felt.

Flestu starvsfólkini í Landsbankanum fóru í annað alment starv, tá hann fór í søguna. Millum annað gjørdist stjórin, Sigurd Poulsen, stjóri á Hagstovuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Fríggjadag 28. august
RagnarRokk: Gus G um Steel Burner
212034
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262