Marjun vann heiðurslønina hjá Bókhandlarafelagnum

Marjun vann heiðurslønina hjá Bókhandlarafelagnum
Marjun S. Kjelnes vann kappingina hjá Bókhandlarafelagið Føroyar um at skriva tí bestu samtíðarskaldsøguna
 
22.11.2015 - 13:45

Bókhandlarafelag Føroya skrivaði í oktober 2014 út eina kapping um at skriva eina samtíðarskaldsøgu. Umframt at skaldsøgan skuldi vera úr samtíðini og skuldi vera til vaksin. 

Ein dómsnevnd var sett at lesa og viðgera skaldsøguhandritini. Í henni vóru Bergur Djurhuus Hansen, Bergljót av Skarði, Eilen Anthoniussen, Pætur Marjunason Dahl og Marna Jacobsen. 

Sjey handrit komu inn, og dómsnevndin valdi handritið Óendaliga vera eftir Marjuna S. Kjelnæs sum vinnara. 

Grundgevingin fyri valinum var, at skaldsøgan flytur seg hegnisliga millum samtíð og fortíð i lýsingum av hendingum og persónum í Havn og á bygd í 20. øld og á okkara døgum. 

Sjónarhornið er í tveimum. Lesarin fylgir bæði gomlu, afasi-sjúku Veru, sum liggur á røktarheimi og einki fær sagt, hóast hon er full í orðum og hevur nógv upp á hjarta, og unga Leoni, sum stríðist við seg sjálvan og sína fortíð og hevur Veru at spyrja til ráðs og líta á. 
Persónslýsingarnar eru sterkar, og myndamálið er neyvt og beinrakið. Samtíð og fortíð, trupulleikar og spurningar hjá fleiri ættarliðum, renna saman í eina heilskapaða og hugfangandi søgu um svik, tøgn, longsil og kærleika. 

Marjun S. Kjelnes fær 50.000 kr og ein útgávusáttmála við Bókadeild Føroya Lærarafelags.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. september
Jambalaja - 260926
213836
Leygardag 26. september
Upp á tá - 250926
213832
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Fríggjadag 25. september
LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus)
213801
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650