Løgtingið skal nú taka støðu til starvið

Løgtingið skal nú taka støðu til starvið
Í morgin fer Løgtingið at taka støðu til, hvør skal vera løgtingsins umboðsmaður. Enn er málið ikki endaliga viðgjørt
Mikudagin fer tingið at taka støðu til, hvør skal vera Løgtingsins Umboðsmaður komandi árini. Fimm ára setanarskeiðið hjá Sólju í Ólavstovu er av á nýggjárinum
 
01.12.2015 - 10:08

- Uppskotið verður lagt fram í morgin, sigur Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður. Hann vil annars ikki gera aðrar viðmerkingar til málið.

Sum skilst er upskotið, at Sólja í Ólavstovu verður vald í fimm ár afturat. Men semja er ikki í tinginum um at velja Sólju í Ólavstovu aftur.

Fólkaflokkurin og og partar av Sambandsflokkurin vilja hava annan umboðsmann. Samgongan tekur undir við at seta Sólju í Ólavsstovu í enn eitt fimm ára skeið, sostatt er meirluti fyri Sólju í Ólavsstovu.

Hevur røkt starvið í 10 ár

Løgtingsins umboðsmaður verður valdur fyri eitt fimm ára skeið, og í løtuni situr Sólja í Ólavstovu annað skeiðið, sum løgtingsins umboðsmaður. Sostatt hevur hon verið í starvinum í 10 ár.

Starvið, sum løgtingsins umboðsmaður, kann ikki lýsast leyst. Í lógini fyri løgtingsins umboðsmann stendur, at: "Løgtingið velur ein uttantingsmann fyri eitt 5 ára skeið at hava innlit við fyrisiting heimastýrisins."

Eisini stendur: "Hevur Løgtingið ikki longur álit á umboðsmanninum, kunnu tveir triðingar av løgtingsmonnunum loysa hendan úr starvi."

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Mánadag 10. august
RagnarRokk Adrian Tobar um Forever Feared
209150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558