Bíligari nøkur ár afturat

Bíligari nøkur ár afturat
Tað verður bíligari í nøkur ár afturat at byggja leigubústaðir. Uppskot kemur í tingið um at leingja freistina at fáa endurgoldið meirvirðis­gjald
Tað verður bíligari í nøkur ár afturat at byggja leigubústaðir. Tá tey, sum byggja leigubústaðir, fáa meirvirðisgjaldið aftur, kostar byggingin 20 prosent minni
 
04.12.2015 - 10:13

Tað verður bíligari í nøkur ár afturat at byggja leigubústaðir. Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, sigur, at landsstýrið og samgongan vilja hava fleiri leigubústaðir bygdar.

Tí kemur uppskot í Løgtingið um at leingja freistina at fáa endurgoldið meirvirðis­gjald fyri leigubústaðir til 31. desember 2019.

SÍ EISINI Leigubústaðir sleppa undan meirvirðisgjaldi

Tá tey, sum byggja leigubústaðir, fáa meirvirðisgjaldið aftur, kostar byggingin 20 prosent minni. Sambært landsstýrinum eigur hetta at gera bústaðirnar bíligari at leiga.

Treytirnar fyri at fáa meirvirðisgjaldið aftur fyri leigubústaðir eru, at í minsta lagi tvær leiguíbúðir eru í hvørjari byggiverkætlan.

Í minsta lagi ein íbúð, ella í minsta lagi tíggju prosent, tá nógvar íbúðir eru í verkætlanini, skulu vera atkomiligar hjá fólki í koyri­stóli.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. juni
Radio Stjernekilde - Partur 5
209131
Leygardag 20. juni
Morgunlestur leygardagur 20.juni 2026
209568
Fríggjadag 19. juni
Vikuskiftið 19 juni 2026
209945
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 20. juni
Video: 8mf, jóansøka 2026
209972
Leygardag 20. juni
Video: 6mf menn, jóansøka 2026
209968