Krøvini til skip verða helst herd

Krøvini til skip verða helst herd
Umhvørvisstovan ætlar at herða krøvini til skip, ið brenna olju í føroyskum sjóøki og havnum, so Føroyar fylgja altjóða ásetingum
Um tað gongst sum umhvørvisstovan ætlar, fara Føroyar í framtíðini at herða krøvini um hvørja olju skip kunnu brenna í føroyskum sjóøki og í føroyskum havnum
 
10.12.2015 - 18:11

Um tað gongst sum umhvørvisstovan ætlar, fara Føroyar í framtíðini at herða krøvini um hvørja olju skip kunnu brenna í føroyskum sjóøki og í føroyskum havnum.

Sambært eini fyriskipan frá IMO, sum er altjóða sjóvinnustovninum hjá ST, so verður tungolja við høgum svávulinnihaldi bannað at nýta á heimsins høvum um fýra ár.

Mugu fylgja altjóða ásetingum

Føroyar eru limur í IMO og tískil mugu vit fyglja teirra ásetingum og fyriskipanum. Tungolja inniheldur munandi meiri svávul enn vanlig gassolja og dálkar tískil verri.

Tungolja er tó nakað bíligari enn vanlig gassolja. Stór skip brenna tí í dag tungolju heldur enn gassolju.

Í løtuni er altjóða kravið, at svávulinnihaldið í olju ikki skal vera hægri enn 3.5 prosent, men frá 2020 at rokna skal kravið um 3.5 prosent minkast niður í 0.5 prosent.

Mæla til at seta ES krøv í gildi

Harafturat hevur ES tikið avgerð um, at skip sum liggja í havn ikki kunnu brenna olju, sum hevur eitt svávulinnihaldi ið er hægri enn 0.1 prosent - ið svarar til vanliga gassolju.

Umhvørvisstovan fer at mæla til, at Føroyar eisini seta ES kravið í gildi, so skip við bryggju bert kunnu brenna vanliga gassolju. Henda áseting er longu í gildi í grannalondunum.

Innihaldið av CO2 er nakað tað sama í tungolju og gassolju, so broyttu krøvini frá IMO fara ikki at ávirka útlátið hjá Føroyum.

Bert stóru skipini, ið brúka tungolju

Tess meiri svávul er í oljuni, tess verri dálkar hon luftina - so ampin, ið nógv hava av at skip rúka illa við bryggja í Føroyum, fer at minka, tí svávulinnihaldið í oljuni fer at verða 35 ferðir lægri enn tað er í dag.

Í Føroyum eru tað bert farmaskipini, størsu nótaskipini og størstu trolararnir umframt Smyril og Norrøna, sum brúka tungolju. Smyril fer longu næsta ár at leggja um frá tungolju til gassolju.

Reiðarar, sum útvarpið hevur tosað við, siga, at hóast tungolja er bíligari enn reinari gassolja, fer herda kravið ikki í longdini at hava stórvegis ávirkan á raksturin, tí reinari olja slítur minni og krevur minni viðlíkahald enn tungolja.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 29. november
Morgunlestur fríggjadagur 29.november 2024
184108
Hósdag 28. november
RagnarRokk 28.november 2024
183843
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184321
Hósdag 28. november
Kanst tú siga farvæl? (1:2)
184255
Mikudag 27. november
Kanst tú siga farvæl? (2:2)
184254
Mikudag 27. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184234
Mikudag 27. november
Fólksins rødd 4:4 - teknmálstulkað
184221