Føroyska heildarkvotan óbroytt

Føroyska heildarkvotan óbroytt
Føroyska toskakvotan í íslendskum sjógvi verður 1900 tons í 2016, sum eru 525 tons meira enn í ár. Heildarkvotan er tann sama
Føroyska heildarkvotan í næsta ár er tann sama sum í ár, 5.600 tons. Føroyska toskakvotan í íslendskum sjógvi verður 525 tons meira enn í ár
 
21.12.2015 - 15:01

Føroyska heildarkvotan í næsta ár er tann sama sum í ár, 5.600 tons. Høgni Hoydal, landsstýrismaður, og íslendski fiskimálaráðharrin, Sigurður Ingi Jóhannsson, samráddust hósdagin og fríggjadagin um fiskirættindi næsta ár.

Samráðingarnar vóru í Havn. Føroyska lodnukvotan er 30.000 tons. Íslendsku kvoturnar í føroyskum sjógvi eru tær somu, 1.300 tons av makreli og 2.000 tons av aðrari sild enn norðhavssild.

Semja er um at greina viðurskifti í samstarvinum um fiskiveiði við ásetingum í Hoyvíkssáttmálanum í huga. Partur av hesum arbeiði verður at viðgera avmarkingarnar hjá føroyskum skipum at virka og avreiða lodnu til matna.

Í samráði við grønlendskar myndugleikar verða stig tikin til fund millum fiskimálaráðharran og landsstýrismenninar í Íslandi, Grønlandi og Føroyum um áhugamál landanna í fiskiveiði í Norðuratlantshavi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. juni
Morgunlestur hósdagur 18.juni 2026
209565
Mikudag 17. juni
Skratsj 17. juni 2026
209843
Mikudag 17. juni
HM-poddurin: Frá Pelé til Messi
209837
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762