Hjúnabandslógin bleiv jólatrøll men er ikki gloymd

Hjúnabandslógin bleiv jólatrøll men er ikki gloymd
Tann eina løgtingsnevndin, sum broytingarnar eru í, hevur fyrsta fundin í løgtinginum í ár
Trivnaðarnevndin hevur fyrsta fundin í løgtinginum í ár sambært heimasíðuni hjá tinginum. Tá fer nevndin at viðgera hjúnabandslógina.
 
01.01.2016 - 11:57

Broytingarnar í hjúnabandslógini gjørdust jólatrøll, men eru ikki gloymdar. 

Tvørtímóti eru tær fyrsta málið, sum løgtingið fer at viðgera í nýggja árinum sambært kalendaranum hjá løgtinginum. 

Fyrsti fundur í ár

Eingin tingfundur er settur á skrá enn, men fyrsti fundurin í nýggja árinum verður í Trivnaðarnevndini tann 19. januar. 

Á skránni fyri tann fundin er hjúnabandslógin. Uppskot er um at broyta lógina, so samkynd kunnu blíva gift borgaraliga.

Aðrar nevndir

Trivnaðarnevndin hevur tó bara tað eina uppskotið um hjúnabandslógina, hini bæði eru ávikavist í Rættarnevndini og Mentanarnevndini. Eingin fundur er ásettur í teimum báðum nevndunum.

Serlig eftirlønarskipan

Á ársins fyrsta fundi fer Trivnaðarnevndin eisini at viðgera eitt uppskot hjá Elsebeth Mercedes Gunnleygsdóttur í Fólkaflokkinum um eina serliga eftirlønarskipan til sjómenn og onnur, sum vegna slit ikki megna at vera á arbeiðsmarknaðinum, til tey eru 67 ára gomul og gerast fólkapensjónistar. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531