Føroyanevndin hittir Løkke

Føroyanevndin hittir Løkke
Í morgin, fríggjadagin, fæst væntandi okkurt at vita um føroyapolitikkin hjá donsku ríkisstjórnini, tá forsætisráðharrin hittir Føroyanevndina
Føroyanevndin í Fólkatinginum hittir í morgin Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharra. Tá fæst væntandi okkurt nýtt at vita um føroyapolitikkin hjá donsku ríkisstjórnini
 
21.01.2016 - 09:14

Luturin hjá donskum myndugleikum, tá átøk eru móti grindadrápi í Føroyum, verður eisini viðgjørdur á fundinum fyrrapartin í morgin millum Føroyanevndina hjá Fólkatinginum og Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharra.

Søren Thomassen, sjefpolitiinspektørur hjá Ríkispolitinum, fer at hava framløgu um tað málið. Á fundinum verður heimastýrislógin eisini viðgjørd.

Fundurin skuldi vera í 2015

Talan verður um "teknisk gennemgang" sambært dagsskránni fyri fundin í Forsætismálaráðnum í morgin. Útnorðurskrivstovan hjá Forsætismálaráðnum stendur fyri hesari framløguni.

18 av teimum 29 limunum í Føroyanevndini hava boðað frá, at teir fara á fundin í morgin. Fundurin millum Føroyanevndina og forsætismálaráðharran skuldi vera 25. november í fjør.

Men fundurin varð útsettur, tí fólkaatkvøða var í Danmark 3. desember. Føroyanevndin hjá Fólkatinginum hevur sent Forsætismálaráðnum spurningin, hvat danir ætla við Føroyum.

Kunning, ikki samráð

Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, játtaði at hitta Føroyanevndina hjá Fólkatinginum. Talan er um kunning, ikki um eitt samráð.

Á fundinum fer forsætisráðharrin at kunna nevndina um, hvørjar ætlanir, danska stjórnin hevur viðvíkjandi sambandinum millum Danmark og Føroyar.

Eftir at Sjúrður Skaale, formaður í Føroyanevndini, hevur sett fundin, fær forsætisráðharrin orðið í eitt korter, og síðani sleppa nevndarlimirnar at spyrja hann í eitt korter.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 13. november
Tekstur til tónleik: Vald
216134
Fríggjadag 13. november
Breddin: Miðlastuðul og vitlíki í bókmentum
216363
Fríggjadag 13. november
Lazarus - Beinleiðis úr Studio 5
216358
Fríggjadag 13. november
Le connetable
216318
Hósdag 12. november
RagnarRokk 12.november 2026
215565
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328
Hósdag 12. november
Talvið um Tinganes (2:2)
216265