Seinastu arbeiðini boðin út

Seinastu arbeiðini boðin út
Timbur- og gipsarbeiði, hurðar, timburgólv og flísaarbeiði í Skúladeplinum í Marknagili, Glasi, verða boðin út í næstum, upplýsir Landsverk
Seinastu arbeiðini í Skúladeplinum í Marknagili, Glasi, verða boðin út í næstum, boðar Landsvek frá
 
02.02.2016 - 17:30

Í løtuni verður samráðst við teir undirveitarar, sum vóru lægstir á tilboðsdegnum, um arbeiðstøkurnar, ið eftir eru at gera, skrivar Landsverk á heimasíðuni.

Málið er at halda fast í so nógvar upprunaveitarar sum gjørligt, tí tað liggur fitt av fyrireikingararbeiði í arbeiðstøkunum, sum longu er gjørt.

Arbeiðini byrja í vár

Talan er um arbeiðstøkur, ið høvuðsarbeiðstakarin TG Verk upprunaliga vann. Umframt innbúgv eru hesar arbeiðstøkurnar tær seinastu, sum verða bodnar út.

Eftir ætlan skulu arbeiðini byrja til várs, og tey fara at halda fram til avhendingina næsta ár. Tá hetta arbeiðið er komið undir land, og tilboðini komin inn, eru allar arbeiðstøkurnar við Marknagil avgreiddar.

Sostatt er hetta almenna útboðið tað síðsta týðandi stigið í verkætlanini, sum eftir ætlan skal verða liðug á sumri 2017, skrivar Landsverk á heimasíðuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Talvið um Tinganes (1:2) - teknmálstulkað
216066
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011