Botnfiskakvotan óbroytt í 2016

Botnfiskakvotan óbroytt í 2016
Føroysk skip sleppa at fiska tað sama í íslendskum sjógvi í ár sum í fjør
Føroysk línu- og snelluskip kunnu fiska til samans 5.600 tons av botnfiski í íslendskum sjógvi í ár
 
15.02.2016 - 11:57

Føroysk línu- og snelluskip kunnu fiska til samans 5.600 tons av botnfiski í íslendskum sjógvi í ár. Tað er tað sama sum í 2015.

Av teimum 5.600 tonsunum kunnu í mesta lagi 1900 tons vera toskur og í mesta lagi 650 tons brosma. Ikki er loyvt at fiska kalva og svartkalva.

Sambært kunngerðini, sum Fiskimálaráðið hevur sent til hoyringar, kunnu í mesta lagi 20 línuskip vera til fiskiskap í íslendskum sjógvi í senn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006