Óvist hvussu verður við føroyskum koyrikortum

Óvist hvussu verður við føroyskum koyrikortum
Meðan Danmark og Grønland í 2013 hava sett nýggj koyrikort í umfar, so hongur verkætlanin í leysum lofti í Føroyum
Føroyskir bilførarar skulu hava nýggj koyrikort. Enn er tó óvist, hvussu verður við verkætlanini, at fáa innført tey nýggju koyrikortini
 
18.02.2016 - 16:45

- Fortreytirnar fyri at fáa fáa nýggju koyrikortini verða ikki tilstaðar, fyrr enn Akstovan hevur fingið eykajáttan til útreiðslurnar av hesum, sigur Jákup Jacobsen, stjóri á Akstovuni.

Vinnumálaráðið gjørdi í fjør uppskot um nakrar broytingar í ferðslulógini. Samferðslumálaráðið umsitur økið í dag.

Í mai í fjør samtykti Løgtingið at seta í verk gjøld fyri at fíggja útgávuna av nýggju koyrikortunum. Men síðani tá er ikki nógv hent við teimum nýggju koyrikortunum.

Herdar reglur skulu forða fyri falsan

Vinnumálaráðið sigur í viðmerkingum, at skal føroyska koyrikortið framvegis varðveita sína altjóða viðurkenning, er neyðugt, at tað lýkur somu treytir um trygd, sum eru galdandi í ES.

Føroysku koyrikortini verða í framtíðini gjørd í Fraklandi og ikki, sum nú, á Akstovuni í Havn. Reglurnar skulu forða fyri, at til ber at falsa koyrikortini.

Limalondini í ES hava fram til ár 2033 at útfasa gomlu koyrikortini. Løgtingið hevur samtykt, at tað skal kosta 250 krónur at fáa nýggja koyrikortið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107
Týsdag 23. juni
Veðrið
210087
Mánadag 22. juni
Veðrið
210033
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980