Borgarafundur og freistin longd

Borgarafundur og freistin longd
Tórshavnar kommuna fekk fimm hoyringarskriv um ætlaðu broytingina í serstøku byggisamtyktini fyri trøðna norðan fyri Kringvarpið og Norðurlandahúsið
 
24.06.2026 - 06:18

Tórshavnar kommuna fekk fimm hoyringarskriv um ætlaðu broytingina í serstøku byggisamtyktini fyri trøðna norðan fyri Kringvarpið og Norðurlandahúsið.

Hoyringarfreistin var 18. juni.

Hoyringarskrivini eru frá grannum, Landsverki og Skógfriðingarnevndini.

Men allar súðir eru ikki syftar.

Býarskipanardeildin hjá kommununi upplýsir, at í næstum, væntandi í næstu viku, verður kunnandi borgarafundur ætlaður grannum og øðrum áhugapørtum.

Og hoyringarfreistin verður longd nakrar vikur.

Uppskotið um at broyta byggisamtyktina umfatar íbúðarbygging í trimum hæddum.

Ætlanin er at byggja 84 íbúðir.

Býlingurin skal eita Ternutún.

Býráðið samtykti broytingina 30. apríl.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065