Pedagogfelagið: Fakkunnleikin á dagstovnunum má tryggjast

Pedagogfelagið: Fakkunnleikin á dagstovnunum má tryggjast
Forkvinnan í Pedagogfelagnum heldur, at skúlaøkið og dagstovnaøkið eiga at verða knýtt meira saman, nú ljós aftur verður varpað á vantandi málførleika hjá børnum
Fakkunnleikin á dagstovnunum má tryggjast, so børn í Føroyum fáa tað, sum tey skulu, heldur forkvinnan í Pedagogfelagnum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
24.06.2026 - 08:25

Fakkunnleikin á dagstovnunum má tryggjast, so børn í Føroyum fáa tað, sum tey skulu. 

Tað sigur Sanna á Løgmansbø, forkvinna í Pedagogfelagnum, nú tað enn einaferð verður víst á, at málførleikin hjá børnum versnar.

Eingin yvirskipaður leistur er fyri arbeiði við málmenning á dagstovnaøkinum, og einki yvirskipað eftirlit er við fakliga innihaldinum á dagstovnunum. 

 


Sanna á Løgmansbø.

 

Haraftrat er stórur tørvur á pedagogum í flestu dagstovnum í landinum, og nærum eingin røkkur lógarásetta markinum, ið sigur, at tveir triðingar av starvsfólkunum skulu vera pedagogar.

Sanna á Løgmansbø heldur, at skúlaøkið og dagstovnaøkið eiga at verða knýtt tættari saman, og hon mælir landsstýrismanninum í mentamálum til at raðfesta fakkunnleika og førleikament starvsfólk til børn, sum ganga á dagstovni.

 


Bárður á Lakjuni.

 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum og samrøðu við Bárð á Lakjuni, landsstýrismann í mentamálum, sum var gestur í útvarpsstovuni: 

 

24062026_Sanna_og_Bardur

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672