Ósamd um tunnilsmunnan streymoyarmegin

Ósamd um tunnilsmunnan streymoyarmegin
Tunnilsfelagið og Landsverk eru ósamd um, hvar Sandoyartunnilin skal koma upp. Ósemja er um, hvat Gamlarætt skal brúkast til tá tunnilin er liðugur
Munnin á Sandoyartunlinum streymoyarmegin skal koma upp í havnarlagnum á Gomlurætt heldur tunnilsfelagið. Landsverk heldur ikki, tað er rætta loysnin
 
09.03.2016 - 12:35

Munnin á Sandoyartunlinum streymoyarmegin skal koma upp í havnarlagnum á Gomlurætt. Tað heldur í øllum førum tunnilsfelagið.

Men Landsverk mælir staðiliga frá hesari loysn, tí hon fer at skerja møguleikarnar at nýta havnalagið á Gomlurætt í framtíðini. Eitt havnalag, sum í síni tíð endaði við at kosta landinum hundraðtals milliónir krónur.

Tunnilsfelagið: Gamlarætt er rætta loysnin

Tað er bæði bíligari og tryggari at leggja tunnilsmunnan í sjálvum havnarlagnum í Gomlurætt, sigur tunnilsfelagið.

Arbeiðið at fyrireika Sandoyartunnilin er nú komið somikið langt, at tunnilsfelagið hevur biðið Landsverk um loyvi at gera Sandoyartunnilin, sum eftir teirra ætlan skal fara niður í Gomlurætt og koma uppaftur í Traðardali heima á Sandi.

Tunnilsfelagið er sum heild samt við Landsverk um linjuføringina men ein grundleggjandi munur er. Tunnilsfelagið hevur flutt munnan frá vegabuginum omanfyri Gomlurætt oman í sjálvt havnarlagið.

Vísa á skerda ferðslutrygd

Tað fer at skerja møguleikarnar at nýta havnalagið á Gomlurætt til onnur endamál, og tí mælir Landsverk staðiliga frá at leggja tunnilsmunnan í sjálvum havnarlagnum í Gomlurætt.

At sonevnd hárnálasving verða á eini høvuðsfarleið, kann gerast ein bági fyri ferðslutrygdina, og so fer havnin á Gomlurætt ikki at kunna nýtast eftir at tunnilin er tikin í nýtslu.

Og tað er spell, tí talan er um einastu havn á vestursíðuni á Streymoynni heilt norður til Vestmanna, vísir Landsverk á.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 30. juni
Morgunlestur týsdagur.
210270
Mánadag 29. juni
Við Tórði á skørutúri
210291
Mánadag 29. juni
Poppverturin 5
208455
Mánadag 29. juni
HM-tíðindi 29. juni 2026
210273
Mánadag 29. juni
HM-tíðindi 28. juni 2026
210262
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 29. juni
Veðrið
210295
Fríggjadag 26. juni
Veðrið
210218
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179