Uppskotið framvegis í Vinnunevndini

Uppskotið framvegis í Vinnunevndini
Álitið um uppskotið hjá landsstýrismanninum, ið millum annað snýr seg um at selja fisk á uppboðssølu, kemur ikki hesa vikuna hóast alt
Einki álit kemur hesa vikuna um uppskotið hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni í fiskivinnumálum
 
09.03.2016 - 17:02

Uppskotið, ið snýr seg um at heimila landstýrismanninum at selja part av kvotuni í Barentshavinum og part av uppsjóvarkvotunum á uppboðssølu, er framvegis í Vinnunevndini.

Einki álit kemur hesa vikuna um uppskotið hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni í fiskivinnumálum. Málið hevur ligið í Vinnunevndini síðan hálvan desember.

SÍ EISINI Vinnunevndin longri freist

Nevndin fekk longda freist til 29. februar at koma við einum áliti, men álitið er framvegis ikki komið. Nevndin bað umsitingina í Løgtinginum um at skriva eitt løgfrøðiligt upprit, um hvørt tað er loyvt at selja fisk á uppboði í 2018.

Bjarni Hammer, formaður í Vinnunevndini, sigur, at hann hevur fingið at vita, at nevndin fær uppritið í dag. Men onki álit verður lagt fram hesa vikuna, sigur Bjarni Hammer. Hann væntar, at álit verður lagt fram næstu viku.

Sambært løgfrøðingum á tveimum advokatskrivstovum í Havn, ið hava skrivað Reiðarafelagnum upprit, kann ein slík uppboðssøla, sum landsstýrið ætlar at skipa fyri, enda við, at landsstýrið verður stevnt eftir endurgjaldi fyri mist fiskirættindi, sum reiðarar siga seg eiga til 1. januar 2018.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040