Málsøkið yvirtikið í 2016

Málsøkið yvirtikið í 2016
Útlendingamál verða yvirtikin í hesum árinum, upplýsir Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkismálum, í svari til Anniku Olsen í Fólkaflokkinum
 
10.03.2016 - 16:24

Poul Michelsen sigur, at í heyst varð avtala gjørd við danska ráðharran í integrasjónsmálum, Inger Støjbjerg, um at seta gongd á arbeiðið at yvirtaka útlendingaøkið.

Í avtaluni binda partarnir seg til at raðfesta arbeiðið við yvirtøkuni, og miðað verður eftir, at samráðingarnar vera lidnar fyrra hálvár í ár.

SÍ EISINI Fyrireikingararbeiðið helst liðugt í summar

Eisini skal semjast fáast við Schengen-myndugleikarnar í Brússel. Samráðst verður á embætisstigi í løtuni.

Poul Michelsen sigur, at Schengen-skipanin er undir stórum trýsti í løtuni, og hvussu viðurskiftini í Schengen verða næstu mánaðirnar, kann fáa stóra ávirkan á ætlanina at yvirtaka útlendingaøkið og eisini tíðarætlanina, sigur hann.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. februar
Bolero - Clara Schumann
187200
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta í Kirkjubøar kirkju
187197
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109