Mæla frá at samstykkja uppskot

Mæla frá at samstykkja uppskot
Meirilutin í Vinnunevndini heldur ikki at, uppskotið um uppboðssølu av pørtum av kvotuni í Barentshavinum og uppsjóvarkvotuni skal samtykkjast
Umboðini hjá andstøðuni í Vinnunevndini mæla frá at samtykkja uppskotið hjá landsstýrismanninum um at selja partar av kvotuni í Barentshavinum og uppsjóvarkvotuni á uppboði
 
21.03.2016 - 10:47

Meirlutin í Vinnunevndini, tað eru umboðini hjá andstøðuni, mæla frá at samtykkja uppskotið hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni, um at selja partar av kvotuni í Barentshavinum og uppsjóvarkvotuni á uppboði.

Ilt er síggja, hvat endamálið við uppboðssøluni er, sigur meirilutin í viðmerkingum. Verður hugt nærri at uppskotinum sæst, at skipanin er so læst, at bara verandi aktørar kunnu bjóða, sigur meirilutin.

Meirlutin undrast eisini á, at samgongan kemur við uppskotinum, samstundis við, at ein bólkur er settur at gera eina fiskivinnunýskipan. Løgtingið samtykti í 2007, at øll fiskirættindi skuldu fara úr gildi í 2018.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655