Royndaruppboðssølan samtykt við aðru viðgerð

Royndaruppboðssølan samtykt við aðru viðgerð
Samgongan atkvøddi í kvøld fyri at selja part av ávísum fiskirættindum á almennari uppboðssølu. Triðja og seinasta viðgerð verður í næstu viku.
Uppskotið um royndaruppboðssølu av kvtoum varð í kvøld samtykt við aðru viðgerð
 
31.03.2016 - 21:00

Eftir drúgva viðgerð í Løgtinginum, var uppskotið hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni í fiskivinnumálum, samtykt við aðru viðgerð í kvøld. 

Samgongan samd

Tá ið samanum kom, tóku allir samgongulimirnir undir við at selja umleið 10 prosent av svartkjafta-, norðhavssildar-, og makrelkvotunum á heimleiðunum, og umleið 10 prosent av botnfiskakvotunum í Barentshavinum á almennari uppboðssølu í ár.

Miðflokkurin stuðlar samgonguni

Harafturat veitti Miðflokkurin royndaruppboðssøluni sín hálva stuðul, tí annar tingmaður floksins, Bill Justinussen, atkvøddi eisini fyri uppskotinum.

Í alt 17 tingfólk vóru fyri uppskotinum og 14 vóru ímóti. Sonja Jógvansdóttir, uttanflokkatingkvinna, og Magnus Rasmussen, sambandstingmaður, vóru ikki í tingsalinum, tá atkvøtt var.

Tað hevði tó einki broytt um tey vóru hjástødd, tí tey eru ávíkavist fyri og ímóti royndaruppboðssøluni.

Lagnan er enn ógreið

Enn er kortini ikki greitt, hvørja langu uppskotið um royndaruppboðssølu av fiskirættindum fær. Javnaðartingmaður Kristin Michelsen hevur frá fyrsta degi verið ivingarsamur um uppboðssøluna.

Hóast hann atkvøddi fyri uppskotinum í kvøld, legði hann í røðu síni dent á, at tað ikki merkir, at hann eisini atkvøðir fyri, tá uppboðsølan skal viðgerast fyri triðju og seinastu í Løgtinginum mikudagin.

Umstrítt uppskot

Upprunaliga ætlaði landsstýrið, at royndaruppboðssølan skuldi verða samtykt fyri jól í fjør, og at inntøkurnar skuldu roknast við í fíggjarlógina fyri 2016, sum varð samtykt beint eftir jól.

Tá var kortini ikki full undirtøka í samgonguni fyri at selja part av kvotunum á almennari uppboðssølu, og harafturat vildi Vinnunevndin ikki skriva álit og lata tinginum uppskotið aftur, tí andstøðan og Reiðarafelagið sáddu iva um løgfrøðiliga grundarlagið undir uppboðssøluni.
 
Ført varð fram, at landsstýrið kundi vænta sær endurgjaldskrav, tí inntriv vórðu gjørd í fiskirættindi hjá reiðarum, sum ikki fara úr gildi fyrr enn í 2018.
 
Høgni Hoydal, landsstýrismaður, hevur víst hóttanunum frá sær, og sagt, at royndaruppboðssølan er loyvd sambært galdandi fiskivinnulóggávu.
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. juni
RagnarRokk: Thomas Eriksen um Monolitt
209099
Fríggjadag 19. juni
Morgunlestur fríggjadagur 19.juni 2026
209566
Hósdag 18. juni
RagnarRokk 18.juni 2029
208904
Hósdag 18. juni
RagnarRokk: Neal Morse um L.I.F.T.
208901
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209901
Hósdag 18. juni
Veðrið
209894
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804