Eingin stuðul til altjóða kappingar

Eingin stuðul til altjóða kappingar
Løgtingið hevur felt uppskotið frá Fólkaflokkinum um at marka 1,2 mió. í játtanini til ÍSF til altjóða luttøku. Uppskotið fekk bara átta atkvøður
ÍSF fær onga serstaka játtan at senda føroysk ítróttafólk til altjóða kappingar. Løgtingið feldi í dag eitt uppskot um at marka pening til altjóða luttøku
 
19.04.2016 - 17:47

ÍSF fær onga serstaka játtan at senda føroysk ítróttafólk til altjóða kappingar. Løgtingið hevur felt uppskotið frá Fólkaflokkinum um at marka 1,2 milliónir í játtanini til ÍSF til altjóða luttøku.

Uppskotið fekk bara átta atkvøður, 13 vóru ímóti, og tvær vóru blankar. Samgonguflokkarnir í mentanarnevndini mæltu tinginum frá at samtykkja uppskotið.

Leggja seg ikki út í innanhýsis viðurskifti

Meirilutin metti tað vera skeivt at gera broytingar í stuðulsjáttanini til ÍSF á fíggjarlógini fyri ár. Játtanin til ÍSF er hækkað 2,4 milliónir kr. seinastu trý árini, og meirilutin helt tað ikki vera rætt at leggja seg út í innanhýsis viðurskifti hjá ÍSF.

Minnilutin, Jógvan á Lakjuni, mælti til at samtykkja uppskotið. Minnilutin, Bjørn Kalsø, skeyt upp, at landsstýrið framvegis skal raðfesta játtanina til ÍSF í 2017 og í framtíðini.

Í tí sambandi seta eina hóskandi upphædd av at styrkja altjóða luttøku. Hetta uppskotið fall eisini, 11 vóru fyri og 12 ímóti.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025