FM-finalur í hondbólti beinleiðis í Kringvarpinum

FM-finalur í hondbólti beinleiðis í Kringvarpinum
Komandi dagarnar ber til at hoyra og síggja FM-finalurnar í hondbólti í Kringvarpinum
 
20.04.2016 - 15:20

Í kvøld, leygardagin og kanska eisini sunnudagin skulu FM-vinnararnir hjá kvinnum og monnum finnast í hondbólti.

Fyrstu finalurnar eru á skránni í kvøld í Vestmanna og í Havn.

Klokkan 18.30 Kyndil-Neistin Beinleiðis í útvarpinum
Klokkan 20.00 VÍF-H71 Beinleiðis í útvarpinum

Leygardagin ber eisini til at síggja báðar finalurnar beinleiðis á kvf.fo

Klokkan 15.00 Neistin-Kyndil Beinleiðis í útvarpinum Beinleiðis sjónvarp á kvf.fo
Klokkan 18.00 H71-VÍF Beinleiðis í útvarpinum Beinleiðis sjónvarp á kvf.fo

Um neyðugt verður við einari ella tveimum finalum afturat sunnudagin, verða tær eisini útvarpaðar og stroymaðar við beinleiðis sjónvarpi á kvf.fo

Suni Merkistein sigur frá kvinnufinalunum, og Leivur Frederiksen sigur frá mansfinalunum.

Í morgin verður samandráttur frá báðum finalunum at síggja í Degi og viku, sum eisini fær hondbóltsviðmerkjara í sjónvarpsstovuna

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 26. mai
Morgunlestur týsdagur 26.mai 2026
208229
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta av ovara vølli.
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816
Mánadag 25. mai
Andaktin 2. Hvítusunnudag
208776
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta í Gundadali
208770