Tóki H. Niclasen skal stýra kappróðrinum

Tóki H. Niclasen skal stýra kappróðrinum
Tóki H. Niclasen er nýggjur formaður í Róðrarsambandinum. Hann vann greitt á hinum formansvalevninum, Ísak Mikladal. 17 atkvøður móti einari
 
23.04.2016 - 15:24

17-1. 

So greitt var atkvøðutalið, tá aðalfundurin hjá Róðrarsambandinum í dag valdi nýggjan formann.

Tóki H. Niclasen úr Froðbiar Sóknar Róðrarfelag vann ein trivaligan sigur á Ísaki Mikladal, sum eisini stillaði upp. 

Tóki H. Niclasen tekur við eftir Jan Herman Hansen, sum hevur verið formaður seinastu 10 árini, men hevði valt ikki at stilla uppaftur. 

Fimm av seks nevndarlimum takkaðu fyri seg. Umframt formannin, so vóru tey Poul John Æðustein, Jakku Guttesen, Súnhild Holm og Paula Eikhólm.

Í teirra stað eru komin Annika V. Dalsgarð, ið verður næstforkvinna, Havgrímur Hansen, Sámal Christianson, Karlot Hergeirsson og Kristian Eli Zachariasen. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 12. mars
RagnarRokk 12.mars 2026
204780
Hósdag 12. mars
Andglettur
205530
Hósdag 12. mars
Fyrsta val 12. mars 2026
205529
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 12. mars
Veðrið
205547
Hósdag 12. mars
Andglettur - Framsókn
205513
Hósdag 12. mars
Tá røktin ikki røkkur
205491
Mikudag 11. mars
Úr Sjarpholinum til Bangkok (5:5)
204320
Mikudag 11. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205459