Bankaskipanir heim aftur

Bankaskipanir heim aftur
Poul Michelsen, landsstýrismaður ætlar at kanna, hvussu tænastur hjá peningastovnunum, sum eru fluttar av landinum kunnu flytast heimaftur
 
24.04.2016 - 09:33

Fakfólk skulu setast til at gera hesar kanningarnar. 

Uttanríkismálaráðið hevur í tí sambandi biðið løgtingið um eina eykajáttan á eina hálva millión krónur til hesar kanningar. 

Partar av tekniska undirstøðukervinum hjá peningastovunum var flutt frá Elektron, sum landið og peningastovnarnir eiga saman, til Danmarkar, fyri nøkrum árum síðani. Flytanin elvdi til politiskt kjak og serliga Tjóðveldi var harðliga ímóti, at tøkni og hátøknilig størv vóru flutt av landinum. 

Tann hálva milliónin skal tó ikki einans brúkast til at kanna møguleikan fyri at taka heim bankaskipanir. Hon skal eisini brúkast til at kanna møguleikan fyri at yvirtaka loftrúmið, skrivar landsstýrið í grundgevingunum í eykajáttanarumbønini. 

Tann hálva millliónin skal brúkast til at keypa uttanhýsis ráðgeving og verkætlanarleiðslu til hesar báðar verkætlaninar, stendur skrivað í viðmerkingunum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655