Amnesty fegnast um broytingar í hjúnabandslógini

Amnesty fegnast um broytingar í hjúnabandslógini
Amnesty International Føroya Deild fegnast, nú løgtingið hevur samtykt, at samkynd skulu kunna giftast borgarliga.
 
30.04.2016 - 14:44

Føroya Løgting hevur samtykt, at okkara felags lógarverk skal umboða okkara felags menniskjasligheit og virði og ikki okkara ymiskleika, skrivar felagsskapurin í yvirlýsing. 

Amnesty International sum altjóða felagsskapur hevur síðani 2007 heitt á øll lond um at steðga mismuni í samband við borgarliga vígslu. 

Í 2011 skipaði Amnesty International Føroya Deild fyri almennum tiltaki, har ljós varð varpað á støðuna hjá samkyndum og tvíkyndum í Føroyum. Síðan tá hevur felagsskapurin stuðlað LGBT og málinum at tryggja javnrættindi í hjúnabandslógini.

- Fimm ár seinni er málið rokkið, og hetta eigur felagsskapurin LGBT Føroyar fullan heiður av - sjálvsagt saman við uppskotsetarunum og teimum 19 løgtingsfólkunum, sum atkvøddu fyri broytingunum í hjúnabandslógini, sigur Amnesty International Føroya Deild í yvirlýsing. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 27. november
TEMAPLÁTAN 40: 'True Blue', Madonna, 1986
217072
Hósdag 26. november
RagnarRokk 26.november 2026
216439
Hósdag 26. november
RagnarRokk: Björn Peterson um The Last Nail
216438
Hósdag 26. november
RagnarRokk: Helle Bohdanova um Monumental
216437
Hósdag 26. november
Aggrasoppar og RIVA, Nústalgia
217051
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. november
PAZ
217069
Hósdag 26. november
Veðrið
217056
Mikudag 25. november
Ræning omaneggja
216929
Mikudag 25. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216960
Týsdag 24. november
Silja millum strokini - teknmálstulkað
216928