Havnarfólk vilja búgva í íbúðum

Havnarfólk vilja búgva í íbúðum
Seinastu átta árini er triði hvør bústaður, sum er bygdur í Havn, íbúð. Íbúðir fara eisini at seta dám á byggjaríið í Havn næstu árini
Íbúðir fara at seta sín dám á bústaðarbyggingina í Havn næstu árini, upplýsir Tórshavnar kommuna. Seinastu átta árini er triði hvør bústaður, ið er bygdur í høvuðsstaðnum, íbúð
 
02.05.2016 - 16:27

Íbúðir fara at seta sín dám á bústaðarbyggingina í Havn næstu árini, upplýsir Tórshavnar kommuna. Nú eru sjey prosent av bústøðunum í kommununi íbúðir, upplýsir kommunan á heimasíðuni.

Kommunuætlanin verður dagførd næsta ár. Og býráðið vil fegin frætta frá fólki í kommununi, hvat tey vilja hava við í ætlanina. Ætlanin er framvegis, at fólkatalið í kommununi skal vaksa eitt prosent um árið.

Brúk fyri 2.040 nýggjum bústøðum

Tvey tey seinastu árini er fólkatalið í Tórshavnar kommunu vaksið ávikavist 1,4 og 1,5 prosent. Mett verður, at veksur fólkatalið sambært forsøgnini, er brúk fyri 2.040 nýggjum bústøðum.

Á sama hátt sum í øðrum vesturlendskum londum verður roknað við, at húskini í Føroyum gerast 10 prosent minni komandi 16 árini. Tá vera í miðal 2,45 fólk í hvørjum húski í Føroyum.

Við væntaða vøkstrinum fram til 2030 verða 400 børn afturat í aldrinum 0-6 ár í Tórshavnar kommunu. Tí verður brúk fyri seks nýggjum dagstovnum. Og brúk verður fyri 210 nýggjum bústøðum til fólkapensjónistar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Eg kendi meg sum greinina
216035
Mikudag 11. november
Eitt stjørnuskot so vakurt
216071
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096