Oljuleki: Ógreitt hvør hevur ábyrgdina

20.05.2016 - 14:38
Innlendis›Samfelag
Oljuleki: Ógreitt hvør hevur ábyrgdina
Hvørki Effo, sum fylti á tangan, ella Tryggingarfelagið, vilja svara, hví óhappið hendi, og hvør hevur ábyrgdina

Tað er framvegis ógreitt, hvør eigur ábyrgdina av, at ein oljutangi brast í miðbýnum í Havn tann 29. mars og var orsøk til stóran skaða í Magnus Heinasonar gøtu.

Hvørki EFFO, sum stóð fyri áfyllingini av tanganum, ella Tryggingarfelagið Føroyar vilja svara, hví óhappið hendi, og hvør eigur ábyrgdina.

Tað eru Articon og SMJ, sum hava staðið fyri uppruddingar- og kanningararbeiðinum fyri EFFO og Tryggingarfelagið Froyar.

Articon hevur ruddað og beint burtur á dálkaða økinum, sigur Jón Sigurðsson, stjóri í Articon og vísir annars til ráðgevnandi verkfrøðingarnar SMJ.

Árni Jakobsen, stjóri í SMJ, sigur, at danska felagið EUROFINES hevur vegna SMJ gjørt kanningar av inniluftini í dálkaðu húsunum í Magnus Heinasonar gøtu.

Hvat úrslitið av hesum kanningum vísa, vil Árni Jakobsen ikki siga, men vísir beinleiðis til Tryggingarfelagið Føroyar.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026