Staðseting viðgerast av nýggjum

Staðseting viðgerast av nýggjum
Heilsufrøðiliga Starvsstovan skal viðgera staðsetingina á einum aliøki í Árnafirði av nýggjum. Ein maður, ið fiskar hummara, kærdi og fekk viðhald
Vinnukærunevndin hevur gjørt av at heimvísa avgerðina hjá Heilsufrøðiligu Starvstovuni um staðsetingina av aliøki A-63 hjá Bakkafrosti í Árnafirði
 
27.05.2016 - 11:40

Vinnukærunevndin hevur gjørt av at heimvísa avgerðina hjá Heilsufrøðiligu Starvstovuni um staðsetingina av aliøki A-63 hjá Bakkafrosti í Árnafirði. Tað vil siga, at Heilsufrøðiliga Starvsstovan skal viðgera málið av nýggjum.

Poul Eiden Müller, ið hevur hummaraloyvi í Árnafirði, hevur kært avgerðina hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni um at staðseta aliøkið hjá Bakkafrosti longri úti á fjørðinum og flyta hummaraveiðuna longur inn á fjørðin.

Í kæruskrivinum stendur, at kærarin kennir seg ikki hoyrdan í málinum, men sum áskoðara. Heilsufrøðiliga Starvsstovan sigur hinvegin, at hon hevur kallað partarnir saman til fundar, og at teir eru komnir til eina semju.

Kærarin kennir seg ikki aftur í semjuni

Í viðgerðini av kæruni kemur Vinnukærunevndin eisini fram til, at tað átti at verið greitt fyri Heilsufrøðiligu Starvsstovuna, at kærarin er ikki samdur. Um ikki á fundinum, so í eini telefonsamrøðu aftaná.

Haraftrat metir Vinnukærunevndin, at Heilsufrøðiliga Starvsstovan bara hevur havt fyrilit við alivirksemið og ikki við hummaraveiðuni í síni viðgerð.

Tað verður ikki grungivið nóg væl fyri avgerðini. Tað verður eitt nú sagt, at aliøkið skal flytast longur út á fjørðin, tí eingin hummaraveiða er har.

SÍ EISINI Vónsvikin hummarafiskari

Eitt, sum eisini vigar nógv, er, at Heilsufrøðiliga Starvsstovan víðkar munandi um alivirksemið við nýggju staðsetingini. Í niðurstøðuni stendir millum annað:

"Vísandi til at heilsufrøðiliga Starvsstovan sambært alilógini skal taka atlit til eitt nú hummaraveiðuna ger tað eisini avgerðina ivasama, at Heilsufrøðiliga Starvsstovan við hesu seinastu avgerðini víðkar aliøkið munandi, og at tað verður víðka og flutt til at fevna um alt tað økið, hummaraveiðararnir plaga at seta sínar rúsur út."

Tað liggur í heimsvísingini, at avgerðin hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni er ógyldug, og at avgerðin virkar, tá starvsstovan hevur tikið nýggja avgerð.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 21. apríl
Høgt til loft og vítt til veggja (3:4)
207357
Týsdag 21. apríl
Eitt korter við kórtónleiki
207359
Týsdag 21. apríl
Breddin: Útbjóðing í kommunum
207354
Týsdag 21. apríl
Morgunlestur týsdagur 21.apríl 2026
207135
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
207347
Mánadag 20. apríl
Veðrið
207325
Sunnudag 19. apríl
Andaktin við Hjalmari Waag Arge
207266
Sunnudag 19. apríl
Guðstænasta úr Vágs kirkju
207263
Leygardag 18. apríl
Fótbóltur: HM-undansending
207254