Málið um Gadus í rættin

Málið um Gadus í rættin
Rættarfundur um Gadus, ið varð tikin í februar, verður í dag í Tromsø. Trolarin boðaði ikki myndugleikunum frá um 140 tons, siga norðmenn
Í dag verður rættarfundur í Nord-Troms tingrett í Tromsø um trolaran Gadus úr Klaksvík, sum varð tikin tann 20. februar, tá hann var á veg heim til Føroya av fiskileið í Barentshavinum
 
31.05.2016 - 08:51

Í dag verður rættarfundur í Nord-Troms tingrett í Tromsø um trolaran Gadus úr Klaksvík, sum varð tikin tann 20. februar, tá hann var á veg heim til Føroya av fiskileið í Barentshavinum.

Sambært politinum í Tromsø boðaði Gadus ikki norsku myndugleikunum frá um 140 tons, sum Gadus fiskaði millum 15. og 19. februar.

SÍ EISINI Gadus 1,1 millión krónur í bót

Skiparin fekk sektaruppskot, 25.000 norskar krónur, sum eru góðar 19.500 krónur í okkara pengum.

Harafturat vil politiið í Tromsø hava drigið inn virðið á fiskinum, sum Gadus, sambært norsku myndugleikunum, ikki boðaði frá. Talan er um knappliga 1,1 millión krónur í okkara pengum.

Boðaði ikki frá sambært reglum

Frode Stock, løgfrøðingur hjá politinum í Tromsø, segði við Útvarpið í februar, at Gadus boðaði frá 15. februar, hvussu nógv hann hevði fiskað.

Men tá hann gavst at fiska 19. februar, boðaði hann ikki frá sambært reglunum. Tí gav vaktar- og bjargingarskipið Sortland Gadusi boð um at fara til Tromsø.

Skiparin og reiðaríið noktaðu at gjalda tað, sum politiið kravdi, men bankatrygd varð veitt fyri pengunum, so Gadus kundi fara úr Tromsø.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Sunnudag 13. september
Guðstænasta í Dals kirkju
213163
Sunnudag 13. september
Bolero
213160
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166
Sunnudag 13. september
Guðstænasta úr Dals kirkju
213161
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136