Poul Michelsen vil ikki hava Rajani sum aðalstjóra

Poul Michelsen vil ikki hava Rajani sum aðalstjóra
Setanarbólkurin heldur, at John Rajani er best egnaður at vera aðalstjóri í Vinnu- og uttanríkisráðnum. Men tað heldur landsstýrismaðurin ikki
03.06.2016 - 19:43

Grundgevingin er, at hann hevur holla vitan um uttanríkisøkið og vinnulívið. John Rajani hevur fyrr verið sendimaður í London og stjóri í BankNordik.

Setanarbólkurin heldur, at hann er mentur at kunna taka tungar og truplar avgerðir, og hann hevði dugað væl at sparra við landsstýrismannin.

 

John Rajani: »Hetta kann ikki góðtakast í einum rættarsamfelag«

 

Michelsen vil ikki hava hann

Men tað heldur landsstýrismaðurin ikki. Poul Michelsen heldur, at John Rajani er ógegnigur at viðgera alt aliøkið, alt teleøkið og partar av bankaøkinum.

Høvuðsorsøkin er, at svágur hansara er nevndarformaður í Bakkafrost, sysktinabarn hansara er Regin Jacobsen, sum eigur Bakkafrost, og ein annar svágur hansara er stjóri á FøroyaTele.

At John Rajani varð frávaldur sum bankastjóri í BankNordik, helt Poul Michelsen, fer at hava ávirkan á hansara ráðgeving og kann vekja iva, um hann heldur við einum av pørtunum.

Poul Michelsen sigur seg ikki skilja, at setanarbólkurin ikki hevur tikið atlit til tað. 

Poul Michelsen og John Rajani hava eisini fyrr arbeitt saman. Tað samstarvið gekk heldur ikki serliga væl, sambært landsstýrismanninum.

 

Setanarbólkurin sær ongar trupulleikar

Setanarbólkurin hevur kortini tikið støðu til gegnið hjá John Rajani, og metir ikki, at hann er ógegnigur. Setanarbólkurin metur, at:

"John Rajani hevur neyðuga styrki, integritet og sjálvstøði til at tryggja, at ósaklig atlit ikki verða tikin í málsviðgerð ella avgerðum í starvinum."

 

Løgmaður vil hava fleiri skikkaðar umsóknir

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
Breddin: Føroysk hjálp til Ukraina
215198
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028