Landið sparir rentur

Landið sparir rentur
Tað verður bíligari hjá landskassanum, nú landið hevur endurfíggjað skuldina við láni, ið hevur lægstu rentu
 
15.06.2016 - 07:43

Landskassin sparir 44 mió. kr. í rentu, nú landið hevur endurfíggjað skuldina við láni, sum hevur lægstu rentu, landskassin higartil hevur fíggjað síni lán fyri.

Rentan er hálvt prosent, og hon kostar seks milliónir krónur um árið. Rentan fyri lánið, sum nú verður endurfíggjað við nýggja láninum, er 3,75 prosent og kostaði hálvthundrað milliónir krónur um árið.

Landskassin sparir tí 44 mió. kr. í rentu um árið í fimm ár. Nýggja lánið, sum er ein milliard og 350 milliónir krónur, skal brúkast til at rinda lánið, sum fellur til gjaldingar um eina viku.

Rentan lægri enn væntað

Nýggja lánið skal gjaldast aftur um fimm ár, tann 22. juni í 2021. Sambært Fíggjarmálaráðnum var væntað, at rentan fór at vera lág, men hon gjørdist lægri enn væntað.

Tíggju milliónir krónur av tí, sum er sett av í fíggjarlógini til rentur, eru tí spardar. Lánsmarknaðurin tykist hava størri álit á Føroyum nú.

Rentan, sum Føroyar fáa, er bara 0,25 prosent hægri enn Danmark rindar fyri síni lán. Í 1994 var hesin munur 2,25 prosent.

Nýggju lánsbrøvini vórðu seld í gjár, og tað var lætt at sleppa av við tey. Sølan tók ein tíma. Lánsbrøvini eru seld í Føroyum og uttanlands.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911