Besta úrslit nakrantíð

Besta úrslit nakrantíð
Varðin hevði besta úrslit í søgu felagsins
 
18.06.2016 - 09:07

Felagið Varðin hevði 185 milliónir krónur í avlopi eftir skatt í fjør, og tað er besta úrslitið hjá felagnum nakrantíð. Í 2014 vóru 145 milliónir krónur í avlopi eftir skatt. Seinastu trý árini hevur Varðin goldið slakar 100 milliónir krónur í skatti og avgjøldum um árið. Í fjør vórðu goldnar 108,5 milliónir í skatti og avgjøldum. Lønir til starvsfólk og hýrur vóru tilsamans 230 milliónir krónur í fjør. Uppsjóvarfiskur hevði góðan prís á heimsmarknaðinum í fjør, og sildaprísurin setti met. 

Síðani 2011 hevur Varðin havt ætlanir um at virka allan fiskin til matna, og síðani Varðin Pelagic varð bygt á Tvøroyri, hevur allur fiskur verið virkaður í Føroyum. Eftir er svartkjafturin, og royndir vórðu gjørdar at virka svartkjaft til matna í fjør. Umleið 12.000 tons fóru til matna og góð 2400 tons til minkafóður. Virkið, sum skal gera surimi úr svartkjaft, er farið í gerð á Tvøroyri, og tað fer væntandi at taka ímóti fiski seinast í hesum árinum. Virkið fer at kosta 70 milliónir krónur, og eini 50 fólk fara at arbeiða har. 

Tilsamans starvast 400 fólk hjá Varðanum, bæði á sjógvi og á landi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. mars
Vikuskiftið 7. mars 2025
188837
Fríggjadag 7. mars
Morgunlestur fríggjadagur 7. mars 2025
188662
Hósdag 6. mars
RagnarRokk 6.mars 2025
187255
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123
Fríggjadag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188792
Fríggjadag 7. mars
Veðrið
188823
Hósdag 6. mars
Foytar greyðir 2025
188766