Brexit fær avleiðingar fyri enskan fótbólt

Brexit fær avleiðingar fyri enskan fótbólt
Enskur fótbóltur fer at merkja sviðan av, at bretar á fólkaatkvøðu fríggjadagin atkvøddu fyri, at landið fer úr Evropasamveldinum
Mynd: Savnsmynd/AP  
 
27.06.2016 - 16:34

Tað fær stórar avleiðingar fyri fótbóltsfeløgini í bretsku fótbóltskappingini, Premier League, at Bretland fer úr Evropasamveldinum.

Í løtuni eru 65 prosent av fótbóltsleikarunum í Premier League ríkisborgarar í londum uttan fyri Bretland, og tað fer enskur fótbóltur at merkja.

Helst verða útlendsku leikararnir í Bretlandi færri, halda fleiri. Millum annað verður tað dýrari hja ensku feløgunum at fáa útlenskar spælarar til landið, tí pundið er fallið í virði.

Fleiri høvdu ikki skift

Harafturat er vandi fyri, at núverandi reglur fara at galda fyri leikarar bæði uttan fyri og innan fyri Evropasamveldið.

Í reglunum stendur, at ein fótbóltsleikari skal hava spælt eitt ávíst tal av landsdystum fyri sítt móðurland, fyri at leikarin kann fáa arbeiðsloyvi í Bretlandi.

Tað hevði havt við sær, at leikarar sum Cristiano Ronaldo, Eric Cantona ella N'Golo Kante hjá Leicester høvdu ikki høvdu kunnað skift til Premier League, sum teir gjørdu.

Forðar ungum leikarum

Avleiðingin av Brexit merkir eisini, at tað fer ikki longur at bera til at fáa ungar spælarar til Premier League í Bretlandi.

Í FIFA-lógini stendur, at spælarar skulu vera yvir 18 ár fyri, at stórfeløg uttan fyri ES kunnu gera sáttmála við teir. Eru londini limir í ES, kunnu spælararnir vera 16 ára gamlir.

Áhugin hjá útlendskum ríkmonnum fyri Premier League-feløgum fer eisini at minka, verður hildið, orsakað av Brexit, skrivar TV2 Sport.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 24. apríl
Beinleiðis úr Studio 5 - Gjáir
207518
Fríggjadag 24. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 24.apríl 2026
207138
Hósdag 23. apríl
RagnarRokk 23.apríl 2026
206722
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 23. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207494
Hósdag 23. apríl
Veðrið - teknmálstulkað
207493
Hósdag 23. apríl
Sært tú fuglin? III 2:4
207489