- Tíðindi, mentan og ítróttur
Undangóðkenning seinkað
Arbeiðið, at undangóðkenna fyritøkur til at gera Eysturoyartunnilin, er seinkað. Landsstýrismaðurin var á fundi um málið í farnu viku.
Ivamálið um, hvørjar fyritøkur kunnu undangóðkennast, varð viðgjørt á einum fundi í síðstu viku millum Henrik Old og nevndarformannin í tunnilsfelagnum, Berg Poulsen, sum eisini er formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag.
SÍ EISINI Tunnilsfrágreiðing kemur skjótt
Sambært Henriki Old snúði fundurin seg um, hvørjar fyritøkur sleppa at bjóða uppá arbeiðið, og um krøvini, ið eru sett fyri at sleppa gjøgnum nálareygað.
Fundurin snúði seg millum annað um kravið um, at undangóðkendu fyritøkurnar skulu hava royndir við undirsjóvartunlum. Nógv feløg hava borað tunlar, men fá hava borað undirsjóvartunlar.
Stjórin í tunnilsfelagnum fámæltur
Meira vil landsstýrismaðurin ikki siga, áðrenn málið er avgreitt. Henrik Old vil ikki seta nøvn á eitt nú, hvørjar fyritøkur kenna seg fyri vanbýti og hvørjar sleppa at bjóða.
Bergur Poulsen, nevndarformaður, svaraði ikki uppá fyrispurningar frá útvarpinum í morgun. Teitur Samuelsen, stjóri í tunnilsfelagnum váttar, at undangóðkenningin er seinkað.
Upprunaliga ætlanin var, at hesin spurningur var avgreiddur í juni, tað vil siga seinast í farnu viku. Teitur Samuelsen vil ikki siga, hví undagóðkenninin ikki er endaliga avgreidd, og vísir á, at hon verður avgreidd í hesari vikuni.
Fyritøkur mugu veita ávísa trygd
Undangóðkendu fyritøkurnar sleppa at bjóða uppá samlaða arbeiðið at bora tunnilin í gjøgnum og at gera vegarbeiðið í tunlinum.
Krøvini til undangóðkendu fyritøkurnar eru royndir og fíggjarlig styrki. Fyritøkurnar skulu stilla eina rættiliga stóra upphædd, sum trygd fyri, at arbeiðið kann gerast liðugt um illa vil.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at stríð hevur tikið seg upp um hvør fær stóru og lukrativu sáttmálarnar, sum eru knýttir at arbeiðnum at gera Eysturoyartunnilin.
SÍ EISINI Føroyskir ráðgevar mótmæla
Føroyskir ráðgevar vóru á sumri 2015 vónbrotnir, tá almenna tunnilsfelagið fór av landinum við eini stórari uppgávu, sum eins væl kundi verið gjørd av føroyskum fyritøkum.
Ráðgevarafelagið vísti tá á politiska lyfti um, at so nógv av arbeiðnum sum tilber skuldi gerast av føroyskum fyritøkum. Tað er ikki beinleiðis trupulleikin hesaferð.
Tað er longu greitt, at eingin føroysk fyritøka einsamøll klárar at veita fíggjarligu trygdina fyri at gera arbeiðið einsamalt. Tilboðini frá undangóðkendu fyritøkunum skulu vera inni í september.