Tikin fyri at sigla ávirkaður

Tikin fyri at sigla ávirkaður
Løgreglan tók í lýsingini ein mann, ið sigldi úr Nólsoy til Havnar, tí maðurin sigldi ávirkaður við fimm ungum fólkum umborð á skjóttgangandi báti
Løgreglan tók í lýsingini í morgun ein mann, sum hevði 1,5 í promillu, tá maðurin førdi ein skjóttgangandi bát við fimm fólkum umborð úr Nólsoy til Havnar
Mynd: kvf.fo/Bjarni Mohr  
 
10.07.2016 - 07:52

Løgreglan fekk tíðliga í morgun illgruna til ein bát, ið sigldi úr Nólsoy inn á Havnina. Illgrunin hjá løgregluni vísti seg eisini at vera rættur.

Tá báturin, ið gongur 34 míl, kom Undir Bryggjubakka klokkan 4:20 í morgun, stóð løgreglan fyri teimum seks fólkunum í bátinum.

Tá førarin á bátinum blásti í »ballónina« vísti hon nógv meira enn, hvat loyvt er, fyri at kunna føra bát, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn.

Promillan vísti 1,5

Maðurin hevði drukkið tríggjar ferðir tað, sum er loyvt. Promillan hjá manninum vísti 1,5, meðan hægsta markið sambært lógini er 0,5 promilla.

Blóðroynd varð tikin av manninum, sum førdi bátin ávirkaður. Maðurin, sum eisini sjálvur eigur bátin, verður skuldsettur fyri brot á sjólógina.

Hóast nógv fólk vóru komin saman til ymisk tiltøk um landið í gjár og í nátt, var friðarligt til tey tiltøkini, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129