Yvirfriðingarnevndin hava meira vitan um áir

Yvirfriðingarnevndin hava meira vitan um áir
Yvirfriðingarnevndin vil hava fleiri upplýsingar frá Klaksvíkar kommunu um vatnið í Kunoy, áðrenn nevndin loyvir kommununi at taka áir
Tað er her í grótbrotinum á Strond, at Bakkafrost skal byggja heimsins størstu smoltstøð
 
20.07.2016 - 13:08

Nevndin hevur biðið um upplýsingar um áirnar í Jarðardali og í Hellisdali. Yvirfriðingarnevndin vil hava at vita, um møguleikin fyri alternativum vatnveitingum er kannaður nóg væl.

Yvirfriðingarnevndin vil eisini hava at vita, hvussu Bakkafrost ætlar at tryggjað, at ásetingarnar í avtaluni vera hildnar um, at eitt mininum av vatni altíð fer at renna í ánni, tvs., at Bakkafrost ikki tømir áirnar heilt.

Fyrr enn tað ber ikki til hjá Yvirfriðingarnevndini at gera nakra niðurstøðu, sigur Peter Flügge, skrivari í nevndini. Tað er lítið sannlíkt at meira hendir í málinum fyrr enn seinni í summar ella í heyst, tí flest øll eru farin í summarferiu, sigur Peter Flügge.

Sambært Regini Jacobsen, stjóra á Bakkfrosti, hava tey á Bakkafrosti longu svarað spurningunum frá Yvirfriðingarnevndini. Tað er tó Klaksvíkar kommuna, sum skal taka vatnið og tí eisini svara Yvirfriðingarnevndini. Men málsviðgerðin í hesum máli er í summarferiu.

Viðurskiftini millum Klaksvíkar og Kunoyar kommunu, eru komin í rættlag, sigur Maiken Sólheyg Michaelsen, borgarstjóri. Onkur undirskrift manglar, men semja er millum kommunurnar um at leiða vatn úr Kunoy yvir um byrgingini til smoltstøðina, sum Bakkafrost er farin at byggja í grótbrotinum.

Fyrr í ár kærdi Brandur Klettskarð í Kongsstovu sína neyð um ætlanini í Degi og viku

Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrosti segði millum annað í tí sambandi, at Bakkafrost ikki fór at tøma áirnar.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. desember
Upp á gólv annað jólakvøld 2025
201866
Fríggjadag 26. desember
Javnaguðstænasta úr Glyvra kirkju
201983
Fríggjadag 26. desember
Andakt annan jóladag við Jógvani Fríðrikssyni.
201980
Fríggjadag 26. desember
Aldubáran 30 ár
201871
Fríggjadag 26. desember
Reynsatindur
201862