Gerningsmaðurin brúkti eitt ár at fyrireika álopið

Gerningsmaðurin brúkti eitt ár at fyrireika álopið
Politiið í Munchen hevur rannsakað kamarið hjá manninum og er komið framat nýggjum upplýsingum, skrivar Reuters.
 
24.07.2016 - 14:11

Politiið heldur seg vita, at gerningsmaðurin fór undir at fyrireika atsóknina í fjørsummar. Eisini er greitt, at hann keypti skammbyrsuna á netinum. Tey eru eisini komin fram á eitt sorópt manifest, men løgreglan hevur ikki nærlisið tað enn.

Politikarar í Týsklandi siga seg nú vilja hava vápnalógina í landinum herda. Týskland hevur longu eina tað strangastu vágnalógina í heiminum, men politikarar vilja nú hava enn betur eftirlit við teimum, sum eiga og keypa vápn. Tað er fyri at tryggja, at vápnini ikki enda á skeivum hondum.

18 ára gamli gerningsmaðurin hevði bæði týskan og iranskan ríkisborgararætt. Hann var sálarliga veikur og ábendingar eru um, at hann vildi hevna seg, tí hann var happaður í barnaskúlanum. Løgreglan upplýsir, at eingin av teimum deyðu var fyrrverandi floksfelagi hjá gerningsmanninum.

Løgreglan hevur enn ikki tosað við foreldrini hjá gerningsmanninum, sum doyði fyri egnari hond. Foreldrini sigast vera skelkað av tí, sum er hent, og hava enn ikki sett seg før fyri at tosa við politiið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 1. september
Breddin: Snyrilsmálið í Grønlandi
212545
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423