Fíggjarnevndin viðger landsbanka og váðaráð

Fíggjarnevndin viðger landsbanka og váðaráð
Nevndin hevur givið feløgum og stovnum fundarboð í dag
Ruth Vang er forkvinna í fíggjarnevndini
 
11.08.2016 - 08:09

Fíggjarnevndin hjá løgtinginum fer í dag at viðgera uppskotið um at endurreisa landsbankan og at stovna váðaráð.

Millum teirra, sum eru boðsend á fund í nevndini, eru ríkisumboðið, arbeiðsgevarafelagið, Kommunufelagið, Búskaparráðið og felagið Føroyskir peningastovnar.

Føroyingar hava ikki myndugleikan

Uppskotið um at endurstovna Landsbanka Føroya og stovna Føroya váðaráð má broytast, tí tað samsvarar ikki við myndugleikabýtið millum Føroyar og Danmark. 

Tað segði Vinnu- og vakstrarmálaráðið í sínum hoyringarskrivi til føroyska Fíggjarmálaráðið. 

Danska ráðið mælir til at broyta uppskotið soleiðis, at Føroya váðaráð bara fær heimildir viðvíkjandi trygging, pensjónum og realkreditti, tí hetta eru málsøki, sum eru yvirtikin og føroyingar tí ráða yvir.

Men peningastovnarnir í Føroyum eru danskt málsøki. Og har hevur føroyska váðaráðið einki at gera, siga danskir myndugleikar. 

Kappingaravlaging

Peningastovnarnir siga, at tað er kappingaravlagandi, at ein landsbanki, sum sleppur undan avgjøldum og skatti, sum ikki er fevndur av lógini um fíggjarligt virksemi, sum ikki er undir eftirliti av Fíggjareftirlitinum, sum heldur einki krav hevur um avkast, men sum hinvegin hevur landskassan at veðhalda fyri seg, skal fara í kapping við privatu peningastovnarnar.

Eisini Føroya Arbeiðsgevarafelag mælir frá, at landsbankin skal kunna veita kommunum og almennum grunnum lán.

- Stórur vandi er fyri, at kappingin millum alment og privat kann vera skeiklað, tá landið í veruleikanum nýtir sínar ognir og peningastreym sum trygd fyri at fáa eina betri rentu til eina kommunu ella ein grunn, sigur Arbeiðsgevarafelagið. 

Samhaldsfasti

Anfinn V. Hansen, advokatur, sum er formaður í Gjaldstovuráðnum og formaður í stýrinum fyri Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin, hevur eisini fingið fundarboð frá fíggjarnevndini í dag. 

Tá landsbankin er endurstovnaður, ætlar landsstýrið, at stjórin í landsbankanum skal vera formaður í stýrinum fyri Samhaldsfasta, sum skipanin var, áðrenn landsbankin varð tikin av í 2013.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. mars
Góðan morgun Føroyar
205390
Týsdag 10. mars
Morgunlestur týsdagur 10.mars 2026
205385
Mánadag 9. mars
Endiliga rullar bólturin aftur
205339
Mánadag 9. mars
Morgunlestur mánadagur 9.mars 2026
205067
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 10. mars
Veðrið
205436
Mánadag 9. mars
Veðrið
205363
Sunnudag 8. mars
Hondbóltur: EM undansending
205313
Sunnudag 8. mars
Føroyar - Portugal, seinni dystur
205337