- Tíðindi, mentan og ítróttur
Brendan Dassey leyslatin

Brendan Dassey, sum gjørdur kendur í røðini "Making á Murderer" á Netflix, verður nú leyslatin.
"Making a Murderer" handlaði um, hvussu Brendan Dassey og pápabeiggi hansara Steven Avery vórðu dømdir fyri at hava dripið kvinnuna Teresa Halbach.
Í røðini varð varpað ljós á fleiri ivamál hjá løgregluni í samband við drápsmálið.
Brendan Dassy, sum tá var einans 17 ára gamal, bleiv í 2007 dømdur til at sita fongslaður restina av lívinum fyri at dripið og kynsliga misnýtt Theresu Halback.
Men eftir dómin hava verjarnir hjá Brendan Dassey viðgingið, at ungi maðurin varð kroystur til at viðganga morðið.
Og nú hevur so rætturin í Wisconsin avgjørt, at Brendan Dassey skal latast leystur aftur. Rætturin heldur, at løgreglan gjørdi sær dælt av, at ungi maðurin hevði skerdar sinnisligar førleikar, og tí var hann kroystur at viðganga morðið.


























