Vatnskutaravanlukka á víkingadøgum

Vatnskutaravanlukka á víkingadøgum
Ein vatnskutaravanlukka í Leirvík kravdi eitt mannalív
 
14.08.2016 - 10:12

Ein 52 ára gamal maður læt lív, tá ein vatnskutari sigldi á land í Leirvík stutt fyri kl 18 í gjárkvøldið. Ein 13 ára gomul genta, sum eisini var á skutaranum, kom frá vanlukkuni við lívinum. 

Skipað var fyri fleiri tiltøkum á havnarlagnum í Leirvík í sambandi við Víkingadagar, og tí vóru nógv fólk hjástødd, tá vanlukkun hendi. 

Sambært løgregluna varð sjúkrabilur skjótur á staðnum og flutti bæði á Landssjúkrahúsið. Ein góðan tíma seinni - beint eftir kl 19 - varð staðfest, at 52 ára gamli maðurin hevði latið lív.

Løgreglan kannar í løtuni hendinga.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 22. november
Filosofiskur 9. partur
216718
Leygardag 21. november
Jambalaja - 211126
216767
Leygardag 21. november
Upp á tá - 201126
216763
Fríggjadag 20. november
Vikuskiftið 20 nov 2026
216752
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 20. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216714
Fríggjadag 20. november
Veðrið
216748
Hósdag 19. november
Veðrið
216688
Hósdag 19. november
Silja millum strokini
216631
Mikudag 18. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216592