Avlopið veksur støðugt

Avlopið veksur støðugt
Bakkafrost samtakið hevði næstan eina hálva milliard í avlopi eftir skatt fyrra hálvárið 2016, 114 milliónir meira enn fyrra hálvár í 2015
Avlopið hjá Bakkafrosti var 437 milliónir krónur fyrra hálvár í 2016, tað eru 114 milliónir meira enn fyrra hálvárið í 2015
 
23.08.2016 - 08:02

Avlopið var 437 milliónir krónur, 114 milliónir meira enn fyrra hálvárið í 2015. Hesum boðar Bakkafrost partaeigarunum frá í morgun.

Raksturin í øðrum ársfjórðingi gav eitt sindur minni av sær enn greinarar í Noregi væntaðu. Bakkafrost er skrásett í keypsskálanum í Oslo.

Sambært Dagens næringsliv væntaðu greinararnir 318 milliónir krónur í rakstrarúrsliti, men úrslitið gjørdist 307 milliónir í øðrum ársfjórðingi.

SÍ EISINI Bakkafrost økt í virði

Greinarar mettu, at inntøkan fór at gerast 851 milliónir krónur millum 1. apríl og 30. juni, men inntøkan bleiv 61 milliónir krónur minni - hon er 790 milliónir krónur.

Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrosti, sigur, at tey eru væl nøgd við úrslitið í øðrum ársfjórðingi í ár. Marknaðarprísurin á laksi var methøgur, og lívfrøðiliga gongdin var góð.

Tann 30. juni í ár var nettoskuldin hjá Bakkafrosti 603 milliónir krónur, og felagið hevði 643 milliónir krónur í ótroyttum kredittum. Bakkafrost samtakið hevur 765 fólk í fulltíðarstarvi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Mánadag 9. november
Meðan dunnurnar eta breyð
216036
Mánadag 9. november
RagnarRokk: Morten Toft Hansen um Prisoner
215801
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083