Vindmyllur kunnu hita Glasir

bannari
Vindmyllur kunnu hita Glasir
Glasir kann hitast upp við vindorku, sigur eitt orkufelag. Eitt Landsorkufelag skal stovnast, ið skal umsita marknaðin fyri avlopsorku
Mest upplagda loysnin er at brúka yvirskotsorkuna frá vindorkuni beinleiðis til at hita Glasir, heldur orkufelagið VITorka
 
07.09.2016 - 09:24

Ein leikari afturat er komin á vøllin í dystinum um hitan hjá Glasi. Á fundinum í Fíggjarnevndini hjá Løgtinginum í gjár kom smápartafelagið VITorka við einari loysn, sum eitur vindorka.

Felagið mælir millum annað til, at vindorka verður boðin út og nýggjar myllur settar upp. Avlopsorkan skal bjóðast út, og tann, sum ger orkuna, skal avgera, nær hon verður brúkt. Og eitt Landsorkufelag skal stovnast.

SÍ EISINI Eina viku at finna orkuloysn

Landsorkufelagið skal útbyggja grøna orku og umsita marknaðin fyri avlopsorku. Um Glasir sigur VITorka, at í dag er valið millum jarðhita við hitapumpum og fjarhita.

Men hvørgin loysnin er góð, og hvørgin er grøn, sigur VITorka. Frægasta loysnin er uttan iva jarðhitin. Men jarðhitin fer at krevja, at Sundsverkið brennir meira olju, tí jarðhiti brúkar streym.

Fjarhitin er alt annað enn ein grøn loysn. Ógvuliga stórt orkutap er í rørunum, sigur VITorka. Niðurstøðan hjá VITorku er, at mest upplagda loysnin er at brúka yvirskotsorkuna frá vindorkuni beinleiðis til at hita Glasir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 2. september
Skratsj 2. septembur 2026
212617
Mikudag 2. september
Eitt korter við klassiskum
212603
Mikudag 2. september
Heilsuhornið
212604
Týsdag 1. september
Breddin: Snyrilsmálið í Grønlandi
212545
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439