Atkvøða um útlendingar í dag

Atkvøða um útlendingar í dag
Í Ungarn er fólkaatkvøða í dag um at lata ES heimild at flyta útlendingar inn í landið uttan loyvi úr tjóðartinginum
Viktor Orán, forsætisráðharri í Ungarn, er kendur fyri sína mótstøðu móti ES
 
02.10.2016 - 12:15

Væntandi fer ein stórur meiriluti av teimum átta milliónir veljarunum at vraka uppskotið at loyva ES at deila flóttafólk millum limalondini.

Sambært meiningakanningum fara millum 70 og 80 prosent at atkvøða nei, skrivar Reuters.

Hinvegin er ivasamt, um helvtin av veljarunum í Ungarn greiða atkvøðu, sum annars er minsta krav, um úrslitið skal koma í gildi.

Forsætisráðharrin í Ungarn, Vikton Orán mælir til at atkvøða nei. Andstøðan mælir veljarum til at boykotta fólkaatkvøðuna.

Í fjør ferðaðust umleið 400.000 fólk, ið flýddu undan kríggi og fátækradømi, gjøgnum landið við kós móti Vesturevropa, og næstan eingin var verandi í Ungarn.

Í eini roynd at handfara stóra flóttafólkastreymin hevur ES í hyggju seta í verk eina kvotuskipan at býta tey, ið søkja um friðskjól, millum ES-londini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 21. november
Jambalaja - 211126
216767
Leygardag 21. november
Upp á tá - 201126
216763
Fríggjadag 20. november
Vikuskiftið 20 nov 2026
216752
Fríggjadag 20. november
LEITISSTEIN 20.11.2026 (Linda Andrews)
216750
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 20. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216714
Fríggjadag 20. november
Veðrið
216748
Hósdag 19. november
Veðrið
216688
Hósdag 19. november
Silja millum strokini
216631
Mikudag 18. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216592