Lættari at selja heimaframleiddan mat

Lættari at selja heimaframleiddan mat
Í dag kemur nýggj kunngerð í gildi fyri heimaframleiddan mat
Tað er ikki longur eitt krav, at kjøt skal vera hagreidd á einum løggildum sláturvirki fyri at seljast í handlum og matstovum
 
02.10.2016 - 12:51

Nú verður lættari hjá føroyskum bóndum at selja matvøru til handlar og matstovur.

Í dag hevur Poul Michelsen, landsstýrismaður í vinnumálum, lýst nýggja kunngerð, sum er galdandi fyri heimaframleiðslu.

Tað nýggja við kunngerðini er, at nú verður tað lagaligari hjá matvøruframleiðarum selja matvørur til smásølur og matstovur, tí nú verður ikki eitt krav, at matvøran er hagreidd á einum løggildum sláturvirki.

Tað fylgja tó nakrar treytir við kunngerðini. 

Fyri at verða skrásettur fyri at kunna selja matvøruna gjøgnum heimaframleiðsluskipanina, skal matvøran verða framleidd, hagreidd og tilvirkað á ognini hjá framleiðaranum, og samlaði árligi umsetningurin skal vera minni enn ein millión krónur uttan mvg.

Kunngerðin fevnir um seyða- og neytakjøt, avroð, haru og villinifugl.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 21. november
Jambalaja - 211126
216767
Leygardag 21. november
Upp á tá - 201126
216763
Fríggjadag 20. november
Vikuskiftið 20 nov 2026
216752
Fríggjadag 20. november
LEITISSTEIN 20.11.2026 (Linda Andrews)
216750
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 20. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216714
Fríggjadag 20. november
Veðrið
216748
Hósdag 19. november
Veðrið
216688
Hósdag 19. november
Silja millum strokini
216631
Mikudag 18. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216592