80 dagar fyri knívstungu

80 dagar fyri knívstungu
Ein maður er dømdur fongsulsrevsing í 80 dagar fyri at hava stungið ein annan við einum felliknívi tann 4. mars
Ein 45 ára gamal maður skal inn at sita í 80 dagar tí maðurin stakk ein mann í ryggin við felliknívi í mars
 
05.10.2016 - 10:42

Maðurin, ið varð stungin, hevur greitt frá, at hin fleiri ferðir rópti "Eg skal drepa teg!" áðrenn hann stakk hann í ryggin við felliknívinum.

Maðurin, sum varð álopin, fekk eitt sár, sum var tveir millimetrar djúpt. Dómurin er millum annað grundaður á, at vandi var á ferð, hóast skaðin var avmarkaður.

Ákærdi maðurin viðgekk, at hann stakk mannin við vilja, men segði, at hann ætlaði ikki at raka ryggin, men raka mannin í lendarnar.

Hann átti tó at vita, at hann kundi raka mannin í ryggin, er niðurstøðan í dóminum. Tann ákærdi skal gjalda sakarmálskostnaðin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928