Umstrítt starv kanska sett skjótt

Umstrítt starv kanska sett skjótt
Í hesi vikuni verða tilmæli gjørd til nógv umrødda aðalstjórastarvið í Uttanríkis- og Vinnumálaráðnum, sum tað hevur drigið út at seta
 
05.10.2016 - 14:32

Setanarbólkurin verður liðugur við arbeiðið hesa vikuna, sigur Marjun Hanusardóttir, løgmansstjóri. Setanarbólkurin er tann sami sum seinast, tá søkt varð eftir aðalstjóra til ráðið.

Bólkurin innstillaði tá John Rajani sum nummar eitt. Men Poul Michelsen, landsstýrismaður, vildi ikki hava John Rajani í starvið, og tí varð avgjørt at lýsa av nýggjum eftir aðalstjóra.

SÍ EISINI Poul Michelsen vil ikki hava Rajani sum aðalstjóra

John Rajani segði tá, at hann lat umsókn sína til starvið standa við. Men løgmanstjórin metir ikki, at setanarbólkurin er ógegningur, hóast hann - ið teyinnstillaðu nummar eitt - hevur latið umsóknina standa við.

Freistin, at søkja starvið seinnu ferð, var 5. september. Tá freistin var úti, vóru færri fólk, ið søktu starvið. Sjey fólk søktu starvið seinnu ferð, fyrru ferð vóru átta umsóknir.

Tá høvdu tveir umsøkjarar tikið umsóknina aftur. Løgmansskrivstovan vónaði at fáa fleiri umsóknir, og tað var ein grundgeving fyri at lýsa starvið leyst aftur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 4. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205117
Týsdag 3. mars
Veðrið
205102
Týsdag 3. mars
Stjørnan í fimta parti
204959