Vilja varðveita umboðið úr oynni

Vilja varðveita umboðið úr oynni
Tjóðveldi í Vágunum mælir staðiliga til, at Ingfolf S. Olsen sleppur aftur í Løgtingið. Fer hann úr tinginum, er einki umboð hjá flokkinum úr Vágum
 
07.10.2016 - 08:01

Í tíðindaskrivi sigur Vága Tjóðveldisfelag, at tað kemur teimum dátt við, at Ingolf S. Olsen, ið er einasta umboð úr Vágum í tingbólkinum hjá Tjóðveldi, nú fyribils noyðist úr Løgtinginum.

Ingolf S. Olsen er framsøgumaður floksins í fiskivinnumálum. Tí rakar hetta serliga meint, nú tá ið harðast fer at leika á í arbeiðinum at finna eina semju um fiskivinnunýskipan. 

Felagið kemur við áheitan um, at Ingolf S. Olsen kemur inn aftur í Løgtingið, tá ið árið er liðið. Ingolf S. Olsen, ið var varamaður á tingi, misti tingsessin, tí Magni Arge kemur aftur í Løgtingið.

Av tí Torbjørn Jacobsen, sum ikki situr í Løgtinginum, fer í Fólkatingið, er ongin løgtingssessur til Ingolf S. Olsen. Magni Arge hevur farloyvi úr danska Fólkatinginum frá 18. oktober til 31. desember.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. mars
Morgunlestur leygardagur 7.mars 2026
204721
Fríggjadag 6. mars
Vikuskiftið 6 mars 2026
205251
Fríggjadag 6. mars
LEITISSTEIN 06.03.2026 (Kalas)
205241
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205272
Fríggjadag 6. mars
FMA 2026
205269
Fríggjadag 6. mars
Veðrið
205248
Fríggjadag 6. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205229
Hósdag 5. mars
Sophilia: 15 ár
205189