Alsamt fleiri eldri fólk arbeiða

Alsamt fleiri eldri fólk arbeiða
Seinastu níggju árini eru komnir nógvir fólkapensjónistar afturat á lønarlistarnar. Ungfólk eru minni eftirspurd á arbeiðsmarknaðinum
Í 2007 vóru 697 pensjónistar løntakarar í Føroyum, nú arbeiða 1.156 fólk, 67 ár ella eldri, fyri løn
 
14.10.2016 - 17:36

Í 2007 vóru 697 pensjónistar løntakarar, nú arbeiða 1.156 fólk, 67 ár ella eldri, fyri løn. Triði hvør fólkapensjónistur er á arbeiðsmarknaðinum.

Í hinum endanum eru tannáringarnir, tey 16 til 19 ára gomlu. Tey eru nógv færri nú enn fyri níggju árum síðani, sum arbeiða sambært Hagstovuni.

Minni eftirspurningur eftir ungum

Eisini í aldursbólkinum 20 til 24 ár eru færri løntakarar nú. Orsøkin er ikki tann, at í hesum aldursbólkum eru á leið líka nógv fólk sum fyri níggju árum síðani.

Broytingin í fólkatalinum er ikki orsøk til, at færri ung eru løntakarar, tey eru bara minni eftirspurd á arbeiðsmarknaðinum, skrivar Hagstovan.

Um lutfallið millum løntakarar og fólkatalið var tað sama nú sum í 2007, vóru 27.000 løntakarar í juli í ár, stívliga 1.000 fleiri enn tað eru.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Mánadag 9. november
Meðan dunnurnar eta breyð
216036
Mánadag 9. november
RagnarRokk: Morten Toft Hansen um Prisoner
215801
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083