Hvassa átalu fyri setan

Hvassa átalu fyri setan
Fyrisitingin hjá Økistænastuni í Sandoyar Sýslu er so átaluverd, at landsstýriskvinnan eigur at taka neyðug stig, heldur Løgtingsins umboðsmaður
 
17.10.2016 - 12:24

Fyrisitingin hjá Økistænastuni í Sandoyar Sýslu er so átaluverd, at Løgtingsins umboðsmaður vil hava at vita frá landsstýriskvinnuni í kommunumálum, hvørji stig kunnu takast.

Málið snýr seg um nógv umrøddu setanina av leiðara fyri Økistænastuna, har Gerhard Lognberg er formaður

Í síðstu viku fekk Gerhard Lognsberg, stýrisformaður fyri Økistænastuna í Sandoyar Sýslu, eitt hvast bræv frá Løgtingsins umboðsmanni. 

Viðgerðin kundi ikki standa

Brævið er tað seinasta í drúgvu framhaldssøguni um setanina av leiðara fyri Økistænastuna, og har er Gerhard Lognberg formaður.

Umboðsmaðurin hevði biðið Økistænastuna um at taka málið uppaftur til nýggja viðgerð, tí hon var av so nógvum handahógvi merkt, at viðgerðin ikki kundi standa.

Einki skrivligt tilfar lýsti setanartilgongdina ella setanarviðgerðina, og heldur ikki var frágreiðingin frá stýrinum nøktandi.

SÍ EISINI Setanin ruggar ikki rætt

Eiheldur høvdu klarararnir, hóast fleiri áheitanir um tað, fingið nakra grundgeving fyri avgerðini í setanarmálinum.

Hetta var í summar, og tí heitti Umboðsmaðurin fyrst í september á stýrið fyri økistænastuna um at greiða sær frá, hvat hendi í málinum.

19. september fekk Løgtingsins umboðsmaður skjøl og eina frágreiðing, sum millum annað ljóðar:

SÍ EISINI: LUM: Setanin viðgerast av nýggjum

"Nú senda vit tilfarið, sum er gjørt áður. Hvat er hent, er óskiljandi og hevur sett okkum í nevndini í Økistænastuni í eitt sera ringt ljós, bæði hjá høgum og lágum, lat tað fara."

Víðari stendur: "Vit yvirtóku eldraøkið, sum onnur økir gjørdu. Vit eru tað minsta samstarvið í landinum. Men vit hava havt tað nokkso trupult."

Men umboðsmaðurin er ikki nøgd. Millum annað fer hon at samanbera útskriftirnar frá gerðabókini, sum hon hevur fingið sendandi, við originalu avritini av somu gerðabók og sær, at frásagnirnar hjá Stýrinum fyri Økistænastuna partvíst eru umskrivaðar, annað er ikki tikið við, umframt at lagt er afturat frásagnunum.

Hetta fær umboðsmanni til at koma til ta niðurstøðu, at um Umboðsmaðurin ikki fær rættar upplýsingar, so er málið ikki nøktandi upplýst.

SÍ EISINI Randarsól skal stýra Økistænastuni í Sandoynni

Løgtingsins umboðsmaður skrivar, at tað er sera átaluvert, at stýrið við Gerhardi Lognberg á odda ikki hevur givið sær rættar upplýsingar beinanvegin. 

Hetta nýggja brævið til Gerhard Lognberg, stýrisformann er - eins og átalan frá summar - sent til løgmann, løgtingsins formansskap og eisini til landsstýriskvinnuna í kommunumálum.

Sirið Stenberg verður í hesum sambandi biðin um, at lata umboðsmannin frætta, hvørji stig niðurstøðurnar um átaluverdu fyrisitingina hjá Økistænastuni geva orsøk til at taka.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
186532
Leygardag 18. januar
Jambalaja - 180125
186515
Leygardag 18. januar
Upp á tá - 170125
186510
Nýggjastu sendingar í SV