Eykajáttanin til Glasir tikin aftur

Eykajáttanin til Glasir tikin aftur
Tær átta milliónirnar, ið vórðu játtaðar til hitaskipanina hjá Glasi, er tiknar aftur. Framferðarhátturin er í stríð við játtanarskipanina
Peningurin, ið varð játtaður til hitaskipanina hjá Glasi, er tikin aftur. Framferðarhátturin er í stríð við játtanarskipanina, sigur umsitingin hjá Løgtinginum
 
28.10.2016 - 14:17

Grundgevingin er, at meirilutin, tað vil siga samgonguumboðini, hevur endurmett uppskotið frá landsstýrinum, og niðurstøðan er, at umbidna upphæddin upp á átta milliónir krónur ikki skal veitast.

Tað segði Ruth Vang, forkvinna í Fíggjarnevndini, í Løgtinginum seinnapartin, tá hon kom við broytingaruppskoti til eykajáttarnaruppskotið fyri september.

Ikki í samsvar við játtanarlóg

Umsitingin í Løgtinginum er komin við uppriti, har niðurstøðan er, at tað helst ikki er í samsvar við játtanarlógina.

Peningurin skuldi nýtast til fjar- og jarðhitaskipanina hjá Glasi, sum so nógv kjak hevur staðist av.

Tað var andstøðan, ið vildi hava, at pengarnir vórðu tiknir aftur, tí peningurin fór kortini ikki at verða nýttur í ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025