Fiskimálaráðið helt ikki góðan fyrisitingarsið

Fiskimálaráðið helt ikki góðan fyrisitingarsið
Løgtingsins umboðsmaður hevur viðgjørt eina kæru um fiskidagar
 
11.11.2016 - 15:42

Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina kæru um viðgerðina og niðurstøðuna hjá Fiskimálaráðnum í einum máli um fiskidagar í bólki 4B. 

Tað byrjaði við einum fyrispurningi frá Meginfelag Útróðrarmanna í februar 2016 til Fiskimálaráðið um møguleikarnar fyri at fáa fatur á ónýttum fiskidøgum til limir teirra, sum renna seg í loftið fyri útlutaðar dagar 2015/16.

Fiskimálaráðið sendi fyrispurningin víðari til Vørn sama dag at svara endaliga. 

Hvørki skrásett ella svarað

Men sambært kanningum hjá Løgtingsins umboðsmanni, kanna staðfestast, at Vørn hvørki hevur skrásett ella svarað hesum telduposti.

Tað stendur till umboðsmannin at taka støðu til, um málið skal kannast nærri. 

Eftir at hava lisið kæruna, frágreiðingina frá Fiskimálaráðnum og skjølini í málinum, hevur umboðsmaðurin einki at viðmerkja til niðurstøðuna hjá Fiskimálaráðnum, men gevur Fiskimálaráðnum átalu fyri ikki at halda góðan fyrisitingarsið, tí

Fiskimálaráðið ikki svaraði fýra rykkjarum, ið vórðu sendir teimum um málið. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. november
RagnarRokk: Helle Bohdanova um Monumental
216437
Hósdag 26. november
Aggrasoppar og RIVA, Nústalgia
217051
Hósdag 26. november
Eitt korter við jazzi 26. november 2026
217044
Hósdag 26. november
Breddin: Nýskipanarnevnd í andróðri
217028
Mikudag 25. november
Skratsj 25. novembur 2026
216994
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. november
PAZ
217069
Hósdag 26. november
Veðrið
217056
Mikudag 25. november
Ræning omaneggja
216929
Mikudag 25. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216960
Týsdag 24. november
Silja millum strokini - teknmálstulkað
216928